Nú er beint yvir eitt ár síðan, at Sandoyartunnilin lat upp, og síðan tá er fólkatalið í Sandoynni vaksið við 37 fólkum, ella umleið trimum prosentum. Hetta svarar til sama lutfalsliga vøkstur, sum var í Vágunum og Eysturoynni eitt ár eftir, at Vága- og Eysturoyartunlarnir lótu upp. Tað skrivar Hagstovan á Facebook.
Hagstovan skrivar Jólamaðurin og jólakonan fegnast um, at tað nú er lættari at koma til og úr Sandoynni.
Sandoy er kend fyri nútíðar jólamannin, sum í morgun tosaði við børn í útvarpinum. Men skrivar, at enn er talið av jólamonnum og jólakonum í oynni ikki gjørt upp, men vit vita, at 312 skrásettir pápar og 371 mammur búgva í Sandoynni. Tað er ein pápi og fýra mammur fleiri enn í fjør.
