Í dag eru 20 ár síðan tsunamivanlukkuna í Asia

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Annan jóladag í 2004 rakti ein risastór tsunamiflóðalda Tailand, Indonesia, India, Sri Lanka og fleiri onnur lond í Asia. Vanlukkan er tann størsta náttúruvanlukkan í hesi øldini. Hon kravdi meira enn 230.000 mannalív í 14 londum og milliónir av fólkum gjørdust heimleys. Hús, bygningar og samferðslukervi vórðu oyðiløgd, og fólk mistu alt, tey áttu.

Ein jarðskjálvti, sum máldi 9,3 á Richterskalanum, var orsøkin til flóðalduna. Eftir jarðskjálvtan vóru sjey tsunamibylgjur, sum javnaðu býir við jørðina.

Indonesia varð harðast rakt av flóðalduni. Har doyðu minst 167.000 fólk, og meira enn hálv millión fólk gjørdust heimleys. Serliga í landslutinum Aceh, har noðri á oynni Sumatra, var skaðin stórur, og høvuðsstaðurin Banda Aceh varð næstan fullkomiliga oyðilagdur,

Í Tailandi vóru nógvir norðurlendingar og ferðaust, tá ið flóðaldan rakti. 880 norðurlendinar doyðu, 571 sviar, 46 danir, 84 norðmenn og 179 finnar.

Kyndilsmessan harða

Í Føroyum er eisini søgn um eina náttúruvanlukku, sum fleiri halda var ein flóðalda. Kyndilsmessan Harða er ringasta ódnarveður, sum føroyingar vita at siga frá. Sum navnið sigur, hendi vanlukkan kyndilsmessudag, 2. februar. Árstalið er óvist, tó at søgufrøðingar meta, at tað var tíðliga í 1600-talinum.

Søgnin sigur, at flóðaldan var so øgilig, at 50 bátar gingu burtur, fiskimið oyddust, Kirkjubøhólmur skrædnaði frá landi, og sandur kom inn á Pollin í Saksun, sum áður var góð skipahavn. Harumframt kom sandur í Leynum, Húsavík og Hvalba, har sum áður var møl.

Í grein á in.fo í 2006 verður greitt frá, at bretski jarðfrøðingurin, Rob Evans, heldur, at tað kann hugsast, at Kyndilsmessan Harða er sama flóðalda, ið rakti Vesturongland tíðliga 30. januar 1607 og beindi fyri umleið 2.000 av íbúgvunum í Bristol. Talan var um ringastu náttúruvanlukku í Onglandi nakrantíð.

Keldur: kvf.fo, nrk.no, in.fo, Norðlýsið 3. februar 1961


Myndin niðanfyri var tikin beint áðrenn flóðaldan rakti Ao Nang í Tailandi (Mynd: Wikipedia)