Umleið 60 limir møttu á ársaðalfundinum hjá Føroya Skipara- og Navigatørfelag, sum varð hildin á Holtel Hilton í Havn í gjár.
Nevndarval var eisini á skránni, og seks limir stóðu fyri vali. Átta stillaðu upp. Ein valdi ikki at taka við afturvali.
Eftir ársaðalfundin skipaði nevndin seg við formanni og næstformanni. Annfinnur Garðalíð varð afturvaldur sum formaður, og hetta verður 11. árið hjá honum sum formaður.
Elias Zachariasen varð valdur til næstformann.
Nevndin í Føroya Skipara-og Navigatørfelag sær soleiðis út:
Annfinnur Garðalíð, formaður, og Elias Zachariasen er næstformaður.
Hinir nevndarlimirnir eru:
Alfred Jacobsen, Kristian Oskar Henriksen, Martin Mohr í Grund, Finnbogi Berg, Jørgen Nielsen, Jákup Gøthe, Jónfinn L Poulsen, Arnfinn Hansen og Jákup Pauli Lassen.