Jimmy Carter er deyður

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Fyrrverandi armerikanski forsetin, Jimmy Carter, er deyður 100 ára gamal. Hann andaðist friðarliga, umgirdur av familjuni. Eftir Jimmy Carter eru fýra børn, ellivu abbabørn og fjúrtan langabbabørn.

Jimmy Carter var 39. forseti í USA og sat í Hvíta húsinum frá 1977 til 1981. Hann tók við eftir Gerald Ford og arbeiddi fyri at endurreisa álitið á stjórnina.

Jimmy Carter var kendur fyri at leggja dent á mannarættindi og umhvørvisvernd. Hann gjørdi Camp David-avtaluna millum Ísrael og Egyptaland, men hansara forsetatíð var merkt av fíggjarligum trupulleikum og gíslakreppuni í Iran. Jimmy Carter tapti forsetavalið í 1980 móti Ronald Reagan.

Eftir tað arbeiddi hann í meira enn fýra áratíggju við vælgerandi arbeiði í The Carter Center, sum hann og konan Rosalynn stovnaðu í 1982. Hann fekk Friðarheiðursløn Nobels í 2002 fyri sítt stríð fyri friði, fólkaræði og mannarættindum.