Føroyingar vitja grannar gamla­árs­kvøld

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Í Føroyum er siðvenja at vitja grannarnar gamlaárskvøld. Tað skrivar Hagstovan á Facebook.

Sambært Hagstovuni er fólkaríkasta gøtan í landinum Karlamagnusarbreyt í Hoyvík, har 550 fólk búgva. Fyri tíggju árum síðan, í 2014, var Millum Gilja í Hoyvík fólkaríkasta gøta í landinum.

Hagstovan spyr um tú fert á gátt hjá grannunum í kvøld? Og ynskir øllum gott nýggjár! 🎉🎆