Nýggi býráðsmeirilutin í Tórshavnar kommunu bjóðar til tíðindafund í morgin. Á fundinum verður samstarvsavtalan millum Tjóðveldi, Javnaðarflokkin og Borgaralistan løgd fram. Tíðindafundurin verður í Reinsarínum í morgin, 7. januar 2025 klokkan 14.00.
Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Borgaralistin skipaðu samgongu 14. novembur, og tá gjørdist greitt, at Elsa Berg er nýggjur borgarstjóri í landsins størstu kommunu, og at Heðin Mortensen er varaborgarstjóri.
Samgonguflokkarnir vóru somuleiðis samdir um at raðfesta hesi høvuðsøki: Bústaðir, dagstovna– og eldraøkið og umhvørvið.
Eisini vóru nevndirnar mannaðar:
Fastir limir í fíggjarnevndini eru:
Elsa Berg, Guttormur í Skála, Kristianna Winther Poulsen, Høgni Vilhelmsen og Tróndur Sigurðsson
Fastir limir í býarskipanarnevndini eru:
Anja Weyhe, Annita á Fríðriksmørk, Bergur Robert Dam Jensen, Birgir Nielsen og Kári Johansen
Fastir limir í teknisku nevnd eru:
Bergur Robert Dam Jensen, Heðin Mortensen, Anja Weyhe, Annfinn Brekkstein og Tróndur Sigurðsson
Fastir limir í náttúru- og umhvørvisnevndini eru:
Kristianna Winther Poulsen, Guttormur í Skála, Annita á Fríðriksmørk, Anfinn Brekkstein og Kári Johansen
Fastir limir í mentamálanevndini eru:
Heidi Lava Elgeirsdóttir, Bergur Robert Dam Jensen, Heðin Mortensen, Annfinn Brekkstein og Høgni Vilhelmsen
Fastir limir í trivnaðarnevndini eru:
Annita á Fríðriksmørk, Kristianna Winther Poulsen, Heðin Mortensen, Birgir Nielsen og Høgni Vilhelmsen
Fastir limir í heilsu- og eldranevndini eru:
Kristianna Winter Poulsen, Annita á Fríðrikmørk, Heidi Lava Elgeirsdóttir, Kári Johansen og Annfinn Brekkstein
Fastir limir í havnanevndini eru:
Heðin Mortensen, Anja Weyhe, Guttormur í Skála, Kári Johansen og Birgir Nielsen
Fastir limir í vinnunevndini eru:
Heðin Mortensen, Annita á Fríðriksmørk, Heidi Lava Elgeirsdóttir, Høgni Vilhelmsen og Birgir Nielsen
Í tilbúgvingarnevndini sita Elsa Berg, Heðin Mortensen og Tróndur Sigurðsson. Nývalda býráðið samtykti at enda einmælt at velja Heðin Mortensen í SEV-nevndina.