Fimm prosent meira útgoldið í lønum í 2024

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Hagstova Føroya skrivar, at lønirnar í Føroyum tilsamans vóru 12,7 milliardir krónur í 2024. Tað er ein vøkstur á 5 prosent samanborið við 2023. Størsti vøkstur var hjá kvinnum, ið arbeiða undir almennum ræði, serliga í Heilsu- og almannaverki og Almennari fyrisiting og verju.

Lønirnar vóru 600 milliónir krónur hægri í 2024 enn í 2023. Menn áttu 60 prosent av samlaðu lønunum, meðan kvinnur áttu 60 prosent av lønarvøkstrinum. Vøksturin hjá kvinnum hevur seinnu árini verið javnari enn hjá monnum og var átta prosent í 2024 samanborið við 2023, meðan lønin hjá monnum var trý prosent hægri.

Í økkum hevði Sandoyar øki tørsta lønarvøksturin við átta prosentum, meðan Suðuroyar øki hevði minsta vøksturin við 1,4 prosentum.

Í vinnugreinum var størsti vøksturin í Almennari fyrisiting og verju og Heilsu- og almannaverki, meðan Landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða og Framleiðsluvinna upplivdu eina minking í lønum.