Kafeteria og íbúðir á veg á Sandi

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Gamli verkstaðsbygningurin á Sandi verður í løtuni tikin niður fyri at geva pláss til ein nýggjan bygning. Tað skrivar Sands kommuna.

Í verkætlanini eru kafeteria í niðaru hæddini og tríggjar íbúðir í ovaru hæddini. Rasmus Rasmussen, ið eigur verkstaðin, er farin í holt við hesa størri verkætlan á grundstykkinum, har verkstaðurin stóð.

Á myndini sæst, at dagsljós nú sæst ígjøgnum bygningin, sum er langt áleiðis í niðurberingini. Rasmus Rasmussen, sum er sonur Ian Rasmussen úr Kollafirði, eigur eisini sáttmálan um koyringina hjá Bygdaleiðum í Sandoynna.

Eisini er ætlanin at byggja seks smáttur, sum skulu standa í útsynningshorninum á stykkinum. Harumframt verður ein høll til veteranbilar og ein vaskihøll til bilar bygdar.

Tá verkætlanin hjá Rasmusi Rasmussen er liðug, verður umhvørvið, har gamli verkstaðurin stóð og tænti øll hesi mongu árini, fullkomiliga broytt.

Mynd: Martin Kúrberg