Toppdystur var í Premier League í gjárkvøldi. Dysturin millum Nottingham Forest og Liverpool endaði 1-1. Javnleikurin ger, at Liverpool á fyrsta plássi framvegis hevur seks stig niður til Nottingham Forest á triðja plássi.
Nottingham Forest, sum hevur klárað seg óvæntað væl, hetta kappingarárið, stóð væl í fyrra hálvleiki og helt Liverpool frá teimum stóru málmøguleikunum. Chris Wood legði Nottingham fram um tíðliga í dystinum.
Diogo Jota kom inn á vøllin miðskeiðis í seinna hálvleiki og javnaði eftir 25 sekundum, tá ið hann skallaði bóltin í málið. Seinasta partin av dystinum legði Liverpool stórt trýst á verjuna hjá Nottingham Forest, men málverjin Matz Sels stóð væl og bjargaði Nottingham Forest tað eina stigið.
Tríggir aðrir dystir vóru í Premier League. Óstøðuga gongdin hjá Manchester City helt fram, og hóast Phil Foden við tveimum málum sendi meistararnar á sigurskós, so eydnaðist Brentford í yvirtíðini at javna til 2-2. Yoane Wissa og Christian Nørgaard skoraðu málini.
Chelsea er eisini í einari óstøðgari gongd, og spældu 2-2 móti Bournmouth. Alt gekk, sum ætlað, tá ið Cole Palmer legði Chelsea fram um tíðliga í dystinum. Men í seinna hálvleiki løgdu Justin Kluivert og Antoine Semenyo við brotssparki Bournmouth fram um, áðrenn Reece James javanaði langt inni í longdu leiktíðini.
West Ham megnaði at vinna fyrsta dystin við nýggja venjaranum Graham Potter 3-2 móti Fulham. Carlos Soler og Tomas Soucek løgdu West Ham fram um 2-0. Alex Iwobi minkaði fyri Fulham, áðrenn Lucas Paqueta gjørdi tað til 3-1 eftir ein stóran málmansfeil. Alex Iwobi setti nýggjan spenning í dystin, men West Ham helt fast, og Graham Potter fekk góða byrjan sum venjari.
21. umfar í Premier League
Týsdag 14.01.2025
- Brentford – Manchester City 2 – 2
- Chelsea – Bournemouth 2 – 2
- West Ham – Fulham 3 – 2
- Nottingham Forest – Liverpool 1 – 1
Mikudag 15.01.2025
- Everton – Aston Villa 19:30
- Leicester – Crystal Palace 19:30
- Newcastle – Wolverhampton 19:30
- Arsenal – Tottenham 20:00
Hósdag 16.01.2025
- Ipswich – Brighton 19:30
- Manchester United – Southampton 20:00
Stigatalva Premier League
D | S | J | Ó | Mál | Stig | ||
1 | Liverpool | 20 | 14 | 5 | 1 | 48 – 20 | 47 |
2 | Nottingham Forest | 21 | 12 | 5 | 4 | 30 – 20 | 41 |
3 | Arsenal | 20 | 11 | 7 | 2 | 39 – 18 | 40 |
4 | Chelsea | 21 | 10 | 7 | 4 | 41 – 26 | 37 |
5 | Newcastle | 20 | 10 | 5 | 5 | 34 – 22 | 35 |
6 | Manchester City | 21 | 10 | 5 | 6 | 38 – 29 | 35 |
7 | Bournemouth | 21 | 9 | 7 | 5 | 32 – 25 | 34 |
8 | Aston Villa | 20 | 9 | 5 | 6 | 30 – 32 | 32 |
9 | Fulham | 21 | 7 | 9 | 5 | 32 – 30 | 30 |
10 | Brentford | 21 | 8 | 4 | 9 | 40 – 37 | 28 |
11 | Brighton | 20 | 6 | 10 | 4 | 30 – 29 | 28 |
12 | West Ham | 21 | 7 | 5 | 9 | 27 – 41 | 26 |
13 | Tottenham | 20 | 7 | 3 | 10 | 42 – 30 | 24 |
14 | Manchester United | 20 | 6 | 5 | 9 | 23 – 28 | 23 |
15 | Crystal Palace | 20 | 4 | 9 | 7 | 21 – 28 | 21 |
16 | Everton | 19 | 3 | 8 | 8 | 15 – 25 | 17 |
17 | Wolverhampton | 20 | 4 | 4 | 12 | 31 – 45 | 16 |
18 | Ipswich | 20 | 3 | 7 | 10 | 20 – 35 | 16 |
19 | Leicester | 20 | 3 | 5 | 12 | 23 – 44 | 14 |
20 | Southampton | 20 | 1 | 3 | 16 | 12 – 44 | 6 |