Innfluttningurin minkaði við 1,5 milliardum krónum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Innflutningsvirðið fyri tíðarskeiðið desembur 2023 til novembur 2024 var 10,2 milliardir krónur. Tað er ein minking á 1,5 milliardir krónur, ella 13 prosent, samanborið við undanfarna skeið.

Minkingin skyldast millum annað lægri innflutningsvirði á brennievni og skipum. Innflutningurin av brennievni og øðrum oljum minkaði við 300 milliónum krónum, og innflutningurin av maskinum, motorum, skipum og akførum minkaði við 1 milliard krónum.

Prísirnir á innfluttum brennievni hava verið støðugt lækkandi síðan mai 2022. Hetta hevur ført til, at 5-6 prosent minni er brúkt av bensini og diesel til akfør, og 11 prosent minni er innflutt til upphiting og skip . Innflutta nøgdin av brennievnum minkaði við 10,1 prosenti samanborið við undanfarna skeið.

Innflutningurin úr ES minkaði við 1,3 milliardir krónum, ella 20 prosentum, meðan innflutningurin úr Evropa annars vaks við 833 milliónum krónum, ella 44 prosentum. Tað er eisini vert at leggja til merkis, at samanborið við tíðarskeiðið, desembur 2022 til novembur 2023, minkaði innflutningurin úr Norðuramerika við 53,4 prosentum.