KÍ skrivar í kvøld, at felagið hevur gjørt sáttmála við 23 ára gamla Adam Bin Lamin fyri komandi tvey árini. Miðverjuleikarin kemur eftir ætlan til Klaksvíkar í vikuskiftinum.
Adam Bin Lamin er føddur og uppvaksin í Svøríki, men hevur sambært transfermarkt.com tunesiskan ríkisborgaraskap og hevur spælt ein landsdyst fyri Tunesia.
Hann spældi ungdómslandsdystir fyri svensku U16- og U17 landsliðini, áðrenn hann fór at spæla við U20-landsliðnum hjá Tunesia.
Adam Bin Lamin spældi ungdómsfótbólt í millum annað í AIK, men hevur ongan dyst fyri stórfelagið.
Í Svøríki hevur hann spælt 57 dystir við Jönköpings Södra í næstbestu svensku deildini frá 2021 til 2023. Síðan 2023 hevur hann sambært Soccerway spælt 8 dystir fyri tunesiska felagið CS Sfaxien, men kappingarárið 2023/24 stendur hann ikki til at hava spælt nakran dyst.