TikTok steingir í USA sunnudagin

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Hægstirættur í USA hevur í dag góðkent eina lóg, sum bannar TikTok í USA. Tað merkir at TikTok letur aftur í USA nú sunnudagin, uttan so at kinesiska móðurfelagið ByteDance selur pallin áðrenn. TikTok kærdi lógina, men hægstarættur avvísti teirra próvførslu um brot á talufrælsi.

Hvítahúsið sigur, at tað verður upp til komandi forsetan Donald Trump at fremja lógina, og Trump hevur lovað at taka eina skjóta avgerð. Stjórin í TikTok Shou Zi Chew takkaði Trump fyri hansara stuðul, og vónar at TikTok framvegis verður tøkt í USA.

Bæði demokratar og republikanarar atkvøddu fyri at banna Tiktok av ótta fyri ov tøttum sambandi við kinesisku stjórnina.

Lógin, sum varð samtykt í apríl í fjør, gevur ByteDance til sunnudagin at selja amerikansku útgávuna av pallinum fyri at forða fyri einum beinleiðis banni. ByteDance ætlar ikki at selja TikTok og fer at gevast við amerikansku virkseminum sunnudagin, um einki undantaksloyvi verður givið.