,

TikTok er tendrað aftur

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

TikTok hevur tendrað netpallin aftur hjá 170 milliónir brúkarum í USA. Tað hendi, eftir at komandi forsetin Donald Trump kunngjørdi, at hann fer at útseta lógina, sum bannar appini.

TikTok stongdi leygarkvøldið, men sunnudagin lovaði Trump at geva TikTik tíð at finna eina semju, og skjótt var appin virkin aftur.

Lógin krevur, at appin verður steðgað, um kinesiska eigarafelagið, ByteDance, ikki selur amerikanska virksemi. Stjórnin hjá Joe Biden segði, at hon ikki fór at gjøgnumføra lógina seinastu dagarnar við valdi. Men TikTok steðgaði kortini sínum tænastum leygarkvøldið, áðrenn tær vóru tendraðar aftur sunnudagin.