Mánakvøldið vóru átta dómarainstruktørar, saman við dómaraleiðaranum hjá Fótbóltssambandi Føroya, samlaðir til skeið á Tórsvølli.
Hvørt vikuskiftið er tørvur á millum 80 og 90 dómarum og hjálpardómarum til fremstu deildirnar hjá kvinnum og monnum, umframt U21. Dómaraleiðarin hjá FSF, Lassin Isaksen, leggur dent á týdningin av at útbúgva nýggjar dómarar og tryggja gott samstarv við feløgini fyri at fáa alt at ganga upp.
Um hálvan annan mánað fer fótbólturin aftur á rull. Fyrsta vikuskiftið í mars er stórsteypadysturin hjá monnum, og eina viku seinni byrjar Betrideildin. Spælt verður til síðst í oktobur.
– Vit hava brúk fyri fleiri dómarum, og arbeiða tí alla tíðina við at kanna, hvussu vit kunnu fáa fleiri. Við dugnaligum og íðnum instruktørum, ið brenna fyri dómarayrkinum, kann hetta lata seg gera, sigur Lassin Isaksen.
Í løtuni eru ellivu dómarainstruktørar knýttir at FSF, og saman við teimum fara vit næstu vikurnar at skipa fyri dómaraskeiðum kring landið. Longu nú ber til at tekna seg til skeiðini.