Gott veður tað mesta av vikuni

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Veðurstova Føroya boðar frá góðum veðrið tað mesta av vikuni.

Mánadagur

Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 3 m/s, smáskýggjað og turt. Sum líður á fyrrapartin lot til frískt lot av landnyrðingi, 3 til 8 m/s og kanska okkurt ælið norðanfyri. Seinnapartin veksur vindurin upp í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, smá-ella hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Í nátt gongur hann niður í eystan og minkar vindin niður í eitt lítið lot, minni enn 5 m/s. Hitin úr frostmarkinum upp í 5 stig.

Týsdagur

Minkandi vindur fyrrapartin úr einum frískum loti til frískan vind av landnyrðingi, 5 til 10 m/s, niður í eitt lítið lot, minni enn 5 m/s, meðan tað er hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Seinnapartin hækkar hann upp í norðan, og um kvøldið veksur hann til lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, og okkurt ælið í støðum. Hitin úr frostmarkinum upp í 5 stig.

Mikudagur

Frískt lot til frískan vind av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, klárt ella smáskýggjað og okkurt ælið. Hitin úr einum stigi undir frostmarkinum upp í 4 stig.

Hósdagur

Frískt lot til frískan vind av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, sum fyrrapartin minkar niður í eitt lítið lot og gongur niður í sunnan. Um kvøldið veksandi upp í frískan vind upp í hvassan vind sunnan, 10 til 15 m/s, samdrigið og regn. Fríggjanáttina støkkur hann vesturum. Hitin úr frostmarkinum upp í 7 stig.

Fríggjadagur

Minkandi vindur fyrrapartin av útnyrðingi niður í frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s, sum frálíður smáskýggjað og turt. Seinnapartin minkandi niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, og um kvøldið niður í eitt lítið lot, minni enn 5 m/s, meðan ættin gongur niður í sunnan. Hitin 2 til 8 stig.