Arbeiða við loysnum fyri gongufólk í tunlum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Tað er loyvt at ganga ígjøgnum tunlarnar, sum Landsverk varðar av. Men tunlarnir eru gjørdir til bilferðslu. Landsverk hevur fingið fráboðanir um, at fólk, ja heilir skúlaflokkar, ganga gjøgnum Gásadalstunnilin, og tað er neyvan skilagott.

Soleiðis svarar Dennis Holm, landstýrismaður í samferðslumálum,skrivligum fyrispurningi frá Jóhannis Joensen um leyst grót í Gásadalstunlinum og tunlum annars.

Landsstyrismaðurin sigur, at trygdin í tunlunum verður altíð raðfest høgt, og at Landsverk arbeiðir við loysnum fyri fólki til gongu og aðrari ábæra ferðslu.

Í svarinum verður víst á, at av og á kann grót detta undan loftinum og úr veggjunum á tunlunum, harímillum í Gásadalstunlinum. Hetta er tó oftast bert smásteinar, og loftið er vanliga tryggjað betri enn veggirnir, so steinar detta oftari niður úr veggjunum.

Víðari svarar Dennis Holm, at Landsverk varðar av 21 tunlum, sum samanlagt eru 40 kilometrar langir. Teir flestu eru ikki tryggjaðir við betongi, tí tilfarið í fjallinum er so mikið gott.

Partar av tunlunum eru tó tryggjaðir við betongi og boltum, har tað er neyðugt. Landsverk ger eftirlit í tunlunum umleið fimta hvørt ár fyri at kanna leyst grót, rivur og møguligar lekar.

Ábøtur verða gjørdar eftir tørvi, men Landsverk hevur ikki hagtøl fyri allar skaðafráboðanir frá bileigarum.