239.705 krónur komu inn, tá ið Team Rynkeby Føroyar skipaði fyri árligu gallaveitslu á Hotel Føroyum í gjárkvøldið.
Innkomni peningurin fer óskerdur til at hjálpa føroyskum børnum, sum verða rakt av lívshættisligum sjúkum, familjum teirra og til gransking í hesum sjúkum.
Team Rynkeby Føroyar takkar øllum, sum gjørdu kvøldið so væl eydnað.
– Takk Hotel Føroyar fyri hølini, samskipararnar, kokkarnar og tænastufólkini. Takk til allar tónleikarar og undirhaldarar, borðstjóra og tykkum ið leiddu sangin, veitarar av mati og drykkjuvørum, og síðst men ikki minst – túsund takk øll tit, sum keyptu atgongumerki og hava sett hetta kvøldið av – uttan tykkum, eingin kekkur, skrivar Team Rynkeby Føroyar.
Team Rynkeby Føroyar er ein partur av Team Rynkeby, sum súkklar fyri at fyri at savna pening til børn við hættisligum sjúkum og familjur teirra. Tað er grunnur hjá Krabbameinsfelagnum, sum umsitur peningin.
Hvørt summar súkklar eitt lið hjá Team Rynkeby Føroyar til París umvegis Danmark, Týskland, Niðurlond, Belgia og Frakland.
Í fjør hevði Team Rynkeby Føroyar eisini eitt alpulið, sum súkklar eina ein strævnari túr til París gjøgnum Alpurnar. Hetta liðið hevur fingið navnið Team Rynkeby Sornfelli.