Møguliga seks tíggjumannafør í summar

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Tað verða í hvussu er fýra tíggjumannafør við í kappróðrinum í summar, tað segði Petur Hansen, formaður í Róðrasambandi Føroya, tá ið vit hittu hann í nýggju høllini við Tjarnir, har, ið róð var um heimsmeistaraheitið í inniróðri um vikuskiftið.

Klaksvíkingur, Norðoyingur og Havnarbáturin eru mannaðir. Harafturat hevur Eiðis Róðarfelag eisini at mannað tíggjumannafar. Í Vestmanna verður arbeitt við at manna Vestmenning, og í Róðrafelagnum Knørri royna tey eisini at manna Ormin Langa.

Risin av Eiði

Í fjør gjørdust eiðismenn umborð á Hvalinum føroyameistarar hjá seksmannaførum, og tað er hendan manningini, sum í ár fer at royna seg í tíggjumannafarsróðrinum. Eiðis Róðarfelag hevur leigað tíggjumannafarið Suðring, og teir fara sjálvandi at rógva undir navninum navninum Risin.

Nýggjur Havnarbátur

Við Havnarbátinum fer tann manningin, sum í fjør vann allar róðrarnar hjá áttamannaførunum við Tórsbátinum, at rógva.

Havnarbáturin er mest vinnandi tíggjumannafarið nakrantíð. Í ítróttasendingini 3-2 í Kringvarpinum sóu vit í kvøld, at Havnar Róðrafelag hevur latið Sámal Hansen smíðað nýtt tíggjumannafar, so tað er heilt víst, at Havnar Róðarfelag ger alt fyri at gava manningini so góðar umstøður sum gjørligt

Spennandi verður at fylgja tíggjumannaførunum í summar, nú tað líkt er til, at fleiri bátar verða við aftur.