Málverjin Bjarti Vitalis Mørk er aftur í HB eftir eitt kappingarár í B36.
23 ára gamli Bjarti Vitalis Mørk kom til HB sum smádrongur og var í mong ár eykamálverji hjá Teiti Gestssyni.
Hann royndi seg eisini eitt ár í AB í 2020, men tá endaði hann sum eykamálverji hjá Silasi Eyðsteinssyni. Í fjør kappaðist hann aftur við Silas Eysteinsson, hesaferð um málmansplássið í B36. Aftur hesaferð endaði hann sum eykamálverji.
Nú er hann so aftur í HB, har hann skal royna at vinna sær plássið millum stengurnar í kapping við Reinis Reinholds. HB skal í ár hava nýggjan fyrsta málverja, eftir at málverjin í mong ár, Teitur Gestsson, er givin.
Sambært FaroeSoccer hevur Bjarti Vitalis Mørk spælt 38 dystir í Betrideildini. Hann hevur eisini verið á flestu ungdómaslandsliðum upp gjøgnum árini og hevur millum annað spælt tríggjar U21-landsdystir.