,

Hví trola føroysk skip við størri meskavídd eftir svartkalva

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Jóhannis Joensen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, vil hava at vita, hví føroysk skip hava størstu meskavíddina, tá ið trolað verður eftir svartkalva í Norðuratlantshavi.

Hann hevur sett ein skrivligan fyrispurning til Dennis Holm, landsstýrismann í fiskivinnumálum, har hann spyr um orsøkirnar til hesa støðu.

Sambært Jóhannisi Joensen brúka føroysk skip eina meskavídd upp á 145 mm, meðan Bretland og Noreg nýta 135 mm, og Grønland 140 mm. Hetta ger, at treytirnar fyri fiskiskapinum eru ójavnar, hóast londini ofta fiska av sama svartkalvastovni. Hann undrast á, hví londini nýta ymsar meskavíddir til somu fiskiveiðu.

Jóhannis Joensen sigur, at skiparar hava vísa á, at við so stórari meskavídd sleppur svartkalvin ígjøgnum trolið, men verður skaddur og doyr, og tá er onki vunnið. Um meskavíddin varð minkað, kundu føroysk skip fingið tann fiskin, sum nú doyr uttanfyri trolið.

Hann spyr eisini, um landsstýrismaðurin ætlar at taka málið upp við Havstovuna, soleiðis at føroysk skip fáa betri treytir at fiska svartkalva, serliga tá ið fiskað verður av sama stovni báðumegin markið.