Sethúsaprísirnir í Føroyum hækkaðu nærum 10% í fjør. Tað skrivar Betri.
Vanliga lækka bústaðarprísirnir, tá renturnar hækka, men avmarkaða útboðið av bústøðum hevur hildið prísunum uppi, og nú renturnar eru lækkaðar fýra ferðir seinasta hálvárið, eru prísirnir á sethúsum aftur á veg uppeftir.
Í Tórshavn kostaði eitt miðal sethús 4,2 milliónir krónur í fjør—ein hækking á 9 prosent samanborið við 2023. Á landsbasis var miðalprísurin 2,2 milliónir krónur, ein vøkstur á 10 prosent frá undanfarna ári.
Stjórin í Betri Heimi, Kára á Dunga, sigur, at eftirspurningurin eftir bústøðum er framvegis stórur.
– Vit seldu munandi fleiri ognir í fjør samanborið við árið fyri, og gongdin heldur fram í ár. Við útlitum til fleiri rentulækkingar er einki, sum bendir á, at prísirnir fara at falla, sigur hon
Á íbúðarmarknaðinum í Tórshavn hevur fermetraprísurin verið støðugur um 35.000 krónur. Í fjør var miðalprísurin 35.100 krónur, eitt lítið fall í mun til fyrr. Tó vóru íbúðirnar, sum vórðu seldar í fjør, størri enn tær frammanundan, og tað ávirkar prísin.
Fólkavøksturin er minkaður seinastu trý árini, meðan talið á nýggjum búeindum hevur staðið í stað. Í fjør løgdust líka nógvar búeindir afturat sum fólkatalinum øktist við. Enn mangla tó umleið 800 búeindir fyri at náa sama lutfall sum í 2013.