Innbrotið í Oy uppklárað

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Løgreglan hevur fingið fatur á einum manni, sum er skuldsettur fyri innbrotið í bryggjaríið Oy á Hálsi í Havn týsnáttina. Hetta boðar vakthavandi á politistøðini í Havn frá. Maðurin er skuldsettur fyri innbrot við ætlan um at stjala, sigur vaktleiðarin.

Málið er enn ikki liðugt kannað, og løgreglan skal gera nakrar kanningar og samrøður afturat, áðrenn tað verður latið ákæruvaldinum. Maðurin hevur ikki játtað seg sekan, men hevur heldur ikki noktað skuldina, upplýsir løgreglan.

Vaktleiðarin hevur enn ikki møguleika at upplýsa nærri um, hvat varð stolið undir innbrotinum.

Løgreglan sigur, at tey framhaldandi arbeiða við málinum, og at fleiri upplýsingar kunnu koma fram, tá kanningarnar eru liðnar. Tey heita á fólk um at venda sær til løgregluna, um tey hava upplýsingar, ið kunnu vera við til at varpa ljós á málið.


Myndir: Óli G. Samuelsen