B68 hevur gjørt sáttmála við 22 ára gamla svian Emanuel Mj Kulego, sum kemur úr Malmø. Tað boðar B68 frá.
Hann er høgri vongur, men kann eisini spæla vinstru megin og sum áleypari. Hann hevur spælt við liðum sum Rosenborg, Jammerbugt FC, Nardo FK og Sarpsborg 08.
– Tað kennist veruliga gott at hava skrivað undir fyri B68. Eg havi verið her í eina viku nú, og bæði venjarin og leikarirnir hava tikið sera væl ímóti mær. Eg trívist longu og gleði meg til kappingarbyrjan. Eg eri sera motiveraður fyri at gera tað, sum eg elski mest – at spæla fótbólt og geva alt fyri liðið, sigur Emanuel Mj Kulego