Mondo enn eitt nýtt heimsmet á 6,27 metrar

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Svenski stangarloparin Armand “Mondo” Duplantis hevur sett nýtt heimsmet. Í kappingini All Star Perche í Fraklandi leyp hann heilar 6,27 metrar.

– Alt gekk upp í eina hægri eind, segði Duplantis við svenkst sjónvarp eftir avrikið. – Eg føldi meg ótrúliga væl og visti, at eg kundi gera tað.

Hetta er ellindu ferð, at hann betrar sítt egna heimsmet. Hann vann kappingina við at leypa 6,07 metrar og valdi síðan at royna erftir nýggja heimsmetinum.

Við gleðirópum frá áskoðarunum og til tónarnar av sínum egna lagið “Bop” fór hann upp um stongina í fyrstu royndini.

Seinast ein annar íðkari setti heimsmet var í 2014, tá franski Renaud Lavillenie leyp 6,16 metrar. Duplantis setti sítt fyrsta heimsmet í 2020 við 6,17 metrum.