Tveir stórdystir í fyrsta umfari í kappingini um Løgmanssteypið

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Fýra tey fremstu liðini frá seinasta kappingarárið møtast í innanhýsis áttandapartsfinalum í steypakappingini um Løgmanssteypið. HB og KÍ møtast í Havn, meðan Víkingur og NSÍ skulu spæla í Runavík.

Tað gjørdist greitt, tá ið drigið varð leygarkvøldið um, hvussu spælast skal í fyrsta umfari. Teitur Matras Gestsson var gestur í sjónvarpsstovuni, tá lutakastið fór fram.

Í ár eru fimtan feløg við í kappingini, og EB/Streymur fór beinleiðis víðari til fjórðingsfinalurnar.

Dystirnir í fyrsta umfari verða hesir:

  • FC Hoyvík – B71
  • Skála – TB
  • B68 – ÍF
  • Víkingur – NSÍ
  • AB – FC Suðuroy
  • HB – KÍ
  • 07 Vestur – B36

Dystirnir í fyrsta umfari verða spældir mánadagin 7. og mikudagin 9. apríl.


Drigið var eisini um, hvussu spælast skal í fjórðingsfinalunum, og lagaði lutakastið seg soleiðis:

  • Víkingur ella NSÍ – Skála ella TB
  • HB ella KÍ – 07 Vestur ella B36
  • FC Hoyvík ella B71 – B68 ella ÍF
  • EB/Streymur – AB ella FC Suðuroy

Dystirnir verða spældar mánadagin 21. apríl.


Hálvfinalurnar verða spældar 20. og 21. mai, og 18. og 19. juni. Finalan um Løgmanssteypið verður á Tórsvølli fríggjadagin 31. oktober.