Team Klaksvík vann í dag sítt fyrsta stig í bestu mansdeildini í hondbólti hetta kappingarárið. Í Badminton høllini í Klaksvík spældu teir javnt 31-31 móti Neistanum.
Talan var um ein javnan dyst frá enda í annan, og bara heilt sjáldan var meira enn eitt mál á muni á liðnunum.
Í hálvleikinum var 13-12 til Team Klaksvík, og liðini fylgdust allan seinna hálvleik. Fimm minuttir fyri tíð førdi Neistin 28-30, men Team Klaksvík kom aftur í aftur, og 45 sekund fyri tíð javnaði Beinir Johannesen til 31-31 fyri Team Klaksvík.
Hjá Team Klaksvík skoraði Nikolay Bliznov 9 mál, og fyri Neistan skoraði Ári Arnason 11 mál.
Deild: Burn menn
Team Klaksvík – Neistin 31 – 31 (13 – 12)
Team Klaksvík:
- Nikolay Bliznov 9
- Jens Pauli Poulsen 7
- Beinir Johannesen 5
- Páll Müller 4
- Jan Eli Ragnarsson 2
- Vilhelm Vilhelmsen 2
- Jens Mortan Samson 2
- Áki Muller
- Asbjørn Lómaklett á Tjaldraføtti
- Jóhan Páll Levisson
- Henning Rubeksen
- Jure Fistonic
- Dávið Davidsen
- Mathias Lassen Samuelsen
- David Henigman
Útvísingar:
- Vilhelm Vilhelmsen : 1
- Jens Pauli Poulsen : 1
- Beinir Johannesen : 1
Neistin:
- Ári Arnason 11
- Niklas Drayton Gaard 6
- Karl Martin Olsen 5
- Herbjørn Lava 3
- Lýðar í Dímun 2
- Andras Joensen 1
- Pauli Høj 1
- Mikkjal Hansen 1
- Johannes Pólsson Kragesteen 1
- Hóri Reginsson
- Fríði Mørk Hentze
- Rókur Holm Joensen
- Marius Johansen
- Rani Johannessen
Útvísingar:
- Pauli Høj : 1
- Lýðar í Dímun : 1
Dómarar: Jón Simonsen og Dánjal Hansen
Stigatalva í Burndeildini
Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig | |
Kyndil | 15 | 444 | 408 | 36 | 23 |
VÍF | 15 | 482 | 422 | 60 | 18 |
StÍF | 15 | 461 | 437 | 24 | 18 |
H71 | 14 | 427 | 390 | 37 | 17 |
KÍF | 15 | 389 | 388 | 1 | 15 |
Neistin | 16 | 408 | 422 | -14 | 14 |
Team Klaksvík | 16 | 407 | 551 | -144 | 1 |