Búskapurin veksur ikki við somu ferð

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Búskapurin veksur ikki við somu ferð sum undanfarin ár. Tað er ein av niðurstøðunum í várfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum.

Búskaparráðið og Hagstova Føroya meta, at vøksturin í bruttotjóðarúrtøkuni verður 3,0 prosent í 2024, 5,0 prosent í 2025 og 5,7 prosent í 2026. Til samanberingar var hann 9,5 prosent í 2022 og 6,7 prosent í 2023. Inflatiónin lækkar og verður mett at verða 2,0 prosent í 2024.

Brúkarakanningin hjá Hagstovuni vísir, at fleiri húsarhald júst fáa endarnar at røkka saman. Prísirnir hækka ikki longur við somu ferð, og lønarhækkingar, skattalættar og rentulækkingar kunnu bøta um støðuna hjá húsarhaldunum.

Byggivinnan merkir minkandi virksemi. Ávísin hjá vinnuni er triðja hálvárið á rað fallin og er nú niðurum miðal. Hetta kemur av færri bíleggingum og væntanum um minni arbeiði komandi árið. Handils- og tænastuvinnan eru tó meira bjartskygd.

Útflutningurin minkaði í 2024, men innflutningurin fall meira, og tí er avlopið á handilsjavnanum vaksið.

Alivinnan veksur munandi um framleiðsluna í ár og næsta ár, meðan fiskivinnan væntar lægri framleiðslu av minkandi kvotum.

Almennu útreiðslurnar vaksa støðugt av lønarhækkingum og fleiri starvsfólkum. Búskaparráðið mælir til at seta fíggjarpolitiskt regluverk í verk, so fíggjarliga haldførið verður tryggjað fyri framtíðina.