Skrásetinginar av bilum halda fram at minka

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Nýggjastu hagtølini frá Akstovuni fyri januar og februar 2025 vísa eina minking í skráseting av persónbilum.

Í fyrstu tveimum mánaðunum vórðu 94 nýggir persónbilar skrásettir, samanborið við 104 í sama tíðarskeiði í 2024. Hetta er ein minking á 10 bilar, svarandi til 9,62 prosent.

Eisini er stór minking í innflutningi av brúktum persónbilum. Bert 12 brúktir persónbilar vórðu innfluttir og skrásettir í januar og februar 2025, meðan talið var 57 í 2024. Hetta merkir eina lækking á 45 bilar, ella heili 78,95 prosent.

Ein týðilig broyting sæst eisini í skrásetingum av lastbilum, har ongin nýggjur lastbilur varð skrásettur í fyrstu tveimum mánaðunum av 2025, samanborið við 3 í sama tíðarskeiði í 2024.

Hinvegin er ein vøkstur at síggja í skráseting av vøruvognum. Nýggir vøruvognar eru øktir úr 30 í 2024 til 36 í 2025, ein øking á 6 vøruvognar, svarandi til 20 prosent. Innflutningurin av brúktum vøruvognum er eisini vaksin, úr 5 skrásetingum í 2024 til 8 í 2025, ein vøkstur á 60 prosent.

Skráseting av nýggjum akførum fyri Jan-Feb 2025 og 2024

AkfaraslagFeb 2025Feb 2024Broyting Feb 25/24Jan-Feb 2025Jan-Feb 2024Broyting 25/24% broyting 25/24
Lastbilar01-103-3-100 %
Lendisakfør11021+1+100 %
Motorsúkklur00010+1ódef.
Neyðsendarakfør22023-1-33,33 %
Persónbilar7068+294104-10-9,62 %
Prutl41+365+1+20,00 %
Tangabilar01-11100,00 %
Traktorar10+110+1ódef.
Viðfestivognar64+289-1-11,11 %
Vøruvognar2115+63630+6+20,00 %
Samlað10593+12151156-5-3,21 %

Skráseting av innfluttum brúktum akførum fyri Jan-Feb 2025 og 2024

AkfaraslagFeb 2025Feb 2024Broyting Feb 25/24Jan-Feb 2025Jan-Feb 2024Broyting 25/24% broyting 25/24
Bussar20+22200 %
EllisAkfør10+110+1ódef.
Lastbilar02-234-1-25 %
Leguvognar00001-1-100 %
Lendisakfør00010+1ódef.
Persónbilar730-231257-45-78,95 %
Prutl11032+1+50 %
Viðfestivognar12-132+1+50 %
Vøruvognar54+185+3+60 %
Samlað1739-223373-40-54,79 %