Búskaparráðið sigur í várfrágreiðingini, at handilsjavnin í 2024 hevur eitt stórt avlop á 2 milliardir krónur.
Handilsjavnin, sum er útflutningurin minus innflutningin, hevur síðan 2015 havt avlop, og avlopið vaks í 2024 samanborið við 2023.
Myndin niðanfyri vísir gongdina í inn- og útflutninginum av vørum, umframt sjálvan handilsjavnan. Samlaði útflutningurin minkaði í 2024, men innflutningurin fall uppaftur meira, og tí vaks avlopið á handilsjavnanum í 2024.
Í 2024 var vøruútflutningurin 12,3 milliardir krónur, har 47 prosent komu frá útflutningi av laksi, og 53 prosent frá øðrum vørum, serliga fiskavørum.
Nærum helmingurin av føroyska vøruútflutninginum fór til ES í 2024, og 15 prosent til USA.
Innflutningurin í 2024 minkaði 1,5 milliard krónur samanborið við 2023 og var góðar 10 milliardi krónur.
Størsti minkingin var í bólkinum skip og onnur flutningstól, men eisini innflutningurin av akførum minkaði við 18 prosentum frá 2023 til 2024.
