Carragher skal styrkja Malta

Skrivað

Jóan Pauli Jacobsen

Dagfesting

Árini 1996 til 2013 spældi Jamie Carragher heilar 737 kappingarførar dystir fyri Liverpool Football Club og tað er bara Ian Callaghan, sum hevur spælt fleiri; nevniliga 857 kappingarførar dystir. Nú ger ein annar Carragher um seg hjá Wigan Athletic; nevniliga James Carragher.

James Lee Carragher er sonur Jamie Carragher og spældi eisini ungdómsfótbólt við Liverpool FC, men skifti í 2017 til Wigan, har hann 25. januar skoraði í 2-0 sigrinum á Bristol Rovers. Tá skrivaði Sky Sports heldur speiskliga, at sonurin bert var trý mál frá at skora líka nógv landskappingarmál sum pápin. Abbi Jamie (pápan) í móðurætt, Paul Vassallo, hevur ættarbond til Malta og tískil kann sonurin nú umboða Malta.

Hóast maltesiska fótbóltssambandið varð stovnað longu í árinum 1900, var tað ikki fyrr enn í 1959, at maltabúgvar, við loyvi frá enska fótbóltssambandinum í London, sluppu at spæla altjóða landsdystir. Malta fór uppí afrikonsku undankappingina til OL 1960. Hóast teir spældu javnt á heimavølli ímóti Tunesia og Marokko, so taptu teir tepurt á útivølli fyri báðum. Fyrsta undakappingardyst til EM tapti Malta 1-6 fyri Danmark í Keypmannahavn í 1962.

Síðani 1970 hevur Malta kappast til hvørja undankapping, bæði í UEFA og FIFA. Oyggjaríkið, sum í stødd svarar samanlagt til okkurt millum Streymoy og Eysturoy, men rúmar umleið 520.000 íbúgvum, ynskir at styrkja landsliðið í royndini at náa einum endaspæli.

Formaðurin í maltesiska fótbóltssambandinum, Bjorn Vassallo, heldur, at “øll gera tað, so hví ikk eisini vit?” Malta kann nú velja millum eitt nú brasilska Gabriel Mentz, nigerianska Joseph Mbong, franska Teddy Teuma (fyrrverandi liðfelagi hjá Samuel Chukwudi í Union SG), ugandiska Basil Tuma, jamaikanska Kemar Reid, avstralska Trent Buhagier, franskt/marokanska Ilyas Chouaref umframt ensku Jodi Jones og James Carragher til komandi HM-undankappingardystirnar ímóti Finnlandi og Póllandi.