Vestmanna kirkja hevur fingið nýtt orgul. Talan er um eitt nýtt og framkomið kirkjuorgul frá Content orgulverksmiðjuni í Niðurlondum, og tað er tað fyrsta av sínum slag í Føroyum.
Í tí sambandi verður vígslukonsert í kirkjuni mikukvøldið kokkan. 19.00. Á vígslukonsertini vígir Maria Sommers Nolsøe, prestur, orglið.
Organisturin Gerwin Boswijk úr Niðurlondum fer at spæla á orglið. Á skránni verður ein fjølbroytt konsert, ið gevur áhoyrarunum møguleika at hoyra tey mongu møguleikarnar, sum eru við nýggja orglinum.