Hagnstovan er komin við nýggjastu tølunum fyri útflutning og innflutning.
Samlaði útflutningurin hjá Føroyum var 12,7 milliardir krónur frá februar 2024 til januar 2025. Tað er ein øking á 105 milliónir samanborið við undanfarna ár.
Útflutningsvirði á markeli vaks við 396 milliónum krónum, tí prísurin vaks, hóast nøgdin minkaði. Eisini vaks útflutningasvirðið á laksi við 527 milliónir krónum.
Innflutningurin í sama tíðarskeiði minkaði við 1,1 milliard krónum, ella góð 10 prosent, samanborið við undanfarna ár.
Høvuðsorsøkin til minkingina var lægri innflutningsvirði av brennievni, skipum og maskinum. Serliga var skiftið í innflutningi frá ES til Noreg áhugavert, tí oljuinnflutningurin kemur nú mest úr Noregi.
Ein sermerktur lutur í føroyskum innflutningi var grót og sandur, har nøgdin vaks við 22 prosentum og var nærum 400 túsund tons. Samstundis minkaði nøgdin av fiski til virkingar við 34 túsund tonsum.