Torbjørn Hansen formaður í Havnar Handverksmeistarafelag

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Nenvdin í Havnar Handverksmeistarafelag hevur skipað við Torbirni Hansen sum formanni og Magnusi Magnussen sum næstformanni. Nevndarlimir eru Kartin Lenvig, Sigtór A. Petersen og Jón Sigurdsson.

Nýggjur nevndarlimur í felagnum er Sigtór A. Petersen. Hann er valdur í nevndina í staðin fyri Paula Hofgaard, sum boðaði frá, at hann ikki tók við afturvali.

Fyri vali stóðu eisini Magnus Magnussen og Kartin Lenvig, sum báðir tóku við afturvali uttan at hava mótvalevni.