Ung og menn snúsa mest

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Størsti parturin av teimum, sum snúsa, eru í aldrinum 18-34 ár. Tað vísir stóra fólkaheilsukanningin hjá Heilsustýrinum, Hvussu hevur tú tað?, sum var gjørd í 2023.

Í øllum aldursbólkum snúsa menn meira enn kvinnur, og í aldusbólkinum eldri enn 34 ár hava bert hendinga kvinnur snúsað.

Í aldursbólkinum 18-24 ár siga 29,2 prosent av monnum og 17 prosent av kvinnum seg snúsa dagliga.

Hjá teimum 25-34 ára gomlu eru 19 prosent av monnunum og 3,2 prosent av kvinnunum, ið siga seg snúsa hvønn dag.

Bert heilt fáar kvinnur oman fyri 34 ár snúsa, og millum 92 prosent og 97 prosent av kvinnunum í aldursbólkunum oman fyr 34 ár hava ongantíð roynt snús.

Hjá monnum minkar talið av snúsarum við aldrinum. 12,8 prosent av monnunum millum 35 og 44 ár snúsa hvønn dag. 6,1 prosent av monnunum millum 45 og 54 ár snúsa hvønn dag, og hjá monnum eldri enn 54 ár snúsa 5,2 prosent av monnum hvønn dag.


Samlaða frágreiðingin við úrslitum frá “Hvussu hevur tú tað?” frá 2023 verður løgd fram fyrst í apríl.