Í dag hava Reiðarafelagið fyri Handilsskip og Føroya Fiskimannafelag skrivað undir tvey ára semju um nýggjar sáttmálar fyri dekkarar og kokkar við handilsskipum.
Partarnir eru samdir um eina lønarhækkan upp á 3,92 prosent fyrsta árið og 3,87 prosent annað árið. Harumframt hækkar eftirlønin við 0,5 prosent.
Aðrar broytingar og tillagingar eru gjørdar í sáttmálanum, sum inniheldur krøv frá báðum pørtum.
Talan er um sama lønarkarm, sum semja hevur verið um á privata arbeiðsmarknaðinum í hesum samráðingartíðarskeiði, ið byrjaði 1. mai 2024.