Reiðarafelagið fyri Handilsskip og Skipara- og Navigatørfelagið nýggjan sáttmála

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Reiðarafelagið fyri Handilsskip og Føroya Skipara- og Navigatørfelag hava góðtikið semingsuppskotið, sum Semingsstovnurin legði fram fyri pørtunum mánakvøldið.

Partarnir eru samdir um eina lønarhækkan upp á 4,32 prosent fyrsta árið og 3,87 prosent annað árið.

Talan er um sama lønarkarm, sum semja hevur verið um á privata arbeiðsmarknaðinum í hesum samráðingartíðarskeiði, ið byrjaði 1. mai 2024.