Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almannamálum, hevur svarað einum skrivligum fyrispurningi um møguliga hækking av ansingarsamsýningini hjá teimum, ið ansa eldri og óhjálpnum heima.
Kristanna W. Poulsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, setti upprunaliga Sirið Stenberg, sum tá var landsstýriskvinna í almannamálum, fyrispurningin.
Í svarinum verður víst á, at samgonguskjalið leggur dent á, at tillagingar á eldraøkinum skulu gerast í samstarvi við kommunurnar.
Arbeiðið er partvíst byrjað, men hvat fer at koma í fokus næst, er ikki avgjørt enn. Ein endurskoðan av kunngerðini um ansingarsamsýning er møguliga næsta stig.
Eirikur í Jákupsstovu sigur, at ætlanin í 2022 var at hækka samsýningina til 18.000 krónur, men kommunurnar mettu tá, at kunngerðin sjálv mátti verða grundleggjandi dagførd fyrst. Tí er einki ítøkiligt uppskot um hægri samsýning fyribils komið.
Almanna- og mentamálaráðið ger eisini greitt, at tað ikki er ætlanin at geva kommununum heimild at áseta ansingarsamsýningina sjálvar.