,

Myndir: Øll skulu kenna seg væl á Skúlaleikum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Hesa vikuna eru Skúlaleikir í Havn, og Skúlaleikir hava eisini verið kring landið og verða aftur í Havn í kommandi viku.

Í Skúlaleikum verður dentur lagdur á felagsskapin í flokkinum og gleðina við at røra seg. Næmingarnir fáa eina uppliving saman, vinna sær stig saman og fáa eyka stig fyri at heppa á hvønn annan. Øll skulu kenna seg væl, tí Skúlaleikir eru fyri øll.

Næmingar úr 4. flokki, 5. flokki og 6. flokki úr øllum landinum eru við í Skúlaleikum, og Katrin á Neystabø, ítóttaráðgevi í ÍSF, sum skipar Skúlaleikir, sigur at áhugin er sera stórur, og at flestu flokkar í landinum eru við.

Í ár eru hesar ítróttagreinar við í Skúlaleikum:

  • 4. floks næmingar royna seg í frælsum ítrótti, flogbólti, hondbólti og borðtennis.
  • 5. floks næmingar royna seg í innirógving, badminton og tennis (softtennis).
  • 6. floks næmingar royna seg í kurvabólti og bogaskjóting.

Sersambondini í luttakandi ítróttagreinunum hava venjarar við í Skúlaleikum, og ítróttalærararnir í skúlunum hjálpa teimum at gjøgnumføra venjingar og spøl.