Kommunalar ferðavinnuætlanir til hoyringar

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Uttanríkis- og vinnumálaráðið hevur lagt uppskot til kommunalar ferðavinnuætlanir til hoyringar.

Kunngerðin setur reglar fyri kommunalar ferðavinnuætlanir og avtalur um handilsliga ferðavinnu.

Ætlanin er at menna og skipa ferðavinnuna á staðnum, soleiðis at hon hevur minst møguligan ávirkan á náttúru, djóralív, heimafólkið, mentan og mentanararv. Hetta verður gjørt í samsvari við løgtingslógina.

Ferðavinnuætlanin skal bæði verja náttúruna og, har tað er neyðugt, betra hana. Dentur verður eisini lagdur á at tryggja fyrilit fyri jarðfrøðiligum, søguligum og mentanarligum virðum, umframt at skapa trivnað, mentan og vinnumøguleikar í lokalsamfelagnum. Málið er at órógva landbúnað og annað virksemi so lítið sum gjørligt.

Ummælisfreistin er sett til 21. apríl 2025, og tað er Uttanríkis- og vinnumálaráðið, sum stendur fyri uppskotinum.