Fyrsta FM-finala í Hotel Djurhuus deildini
SÍ – Fleyr 2-2 (25-17, 21-25, 25-27, 25-21, 13-15)
Eftir at SÍ vann fyrsta settið 25-23, var tað Fleyr, sum vann annað og triðja settið ávikavist 21-25 oh 25-27.
Í fjórða settið var SÍ flúgvandi og førdi 16-6, áðrenn Fleyr á merkisverdan hátt svaraði aftur, og megnaði enntá at koma fram um 19-20. Endin var tó, at SÍ vann settið 25-21 og javnaði til 2-2.
Í avgerandi javnbrótaranum var SÍ aftur framman fyri meginpartin av settinum, men móti endanum svaraði Fleyr aftur og vann settið 13-15.
Harvið vann SÍ fyrsta FM-finaludystin í Polestardeildin 3-1.
2. FM-finala: Fleyr – SÍ
Leygardagin 21. mars klokkan 13.00 í høllini á Hálsi í Havn.
Vinnur Fleyr, so er Fleyr Føroyameistari.
Vinnur SÍ seinni finaluna, sama hvat settmunurin er, verður triði og avgerandi finaludysturin spældur á Giljanesi. Dagfesting verður ásett seinni.