TB endiliga fingið venjara

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Leingi er tað, sum væl skal vera. TB hevur endiliga funnið venjara til Betrideildarliðið hjá felagnum. Sonni Djurhuus er nýggi høvuðsvenjarin hjá TB. Hann er 50 ára gamal og er úr Øravík.

Venjaratoymið hjá TB er umframt Sonna, eisini Bárður Dimon og Tórður Hentze, sum saman við Karl Øster hava tikið sær av liðnum fyrstu tveir dystirnar móti Víkingi og EB/Streymi.

Sonni Djurhuus hevur´millum annað royndir sum venjari í 1. deild við monnum og úr bestu kvinnudeildini.

Hann er tvíburðabeiggi, Tummas Djurhuus, sum áður hevur staðið á odda fyri monnunum hjá TB, og nú er ítróttastjóri í B36.

Fyrsti dystur hjá nýggja høvuðsvenjaranum verður leygardagin 30. mars við Stórá ímóti B36.