Onnur FM-finala í Polestardeildini
Mjølnir – SÍ 3-1 (26-24, 25-22, 13-25, 31-29)
Meðan Mjølnir mikukvøldið hevði trupult við at fáa settini at koppa rættan veg, eydnaðist at fáa bæði tey fyrstu settini at koppa teirra veg í kvøld. 26-24 og 25-22 endaðu tey.
Í triðja settið svaraði SÍ aftur og vann greitt 13-25.
Fjóðra sett var sera spennandi, og spælt var heilt til 29-31, áðrenn Mjølnir vann settið.
Harvið vann Mjølnir anna FM-finaludystin í Polestardeildin 3-1, og tá ið SÍ vann fyrstu finaluna, má ein triðja finala til fyri at avgera meistaraheitið.