Dreymabyrjan: Byrjanarmál

Skrivað

Jóan Pauli Jacobsen

Dagfesting

Yngsti málskjúttin í einum byrjanardysti á enska landsliðnum var Marcus Rashford, sum bert var 18 ár og 209 dagar, tá ið hann skoraði ímóti Australia í 2016. Í kvøld hevur Myles Lewis-Skelly tikið metið, tá ið hann skoraði til 1-0 ímóti Albania; bert 18 ára gamal og 176 dagar. Harry Kane staðfesti 2-0 sigurin hjá Onglandi.

Myles Lewis-Skelly eitur nýggja stjørnuskotið hjá Arsenal á vinstra bakki. 18 ára gamli vinstri bakkurin, sum eisini fegin spælir á miðvøllinum, er føddur og uppvaksin í býarpartinum Islington í London. Hetta er áleið á sama øki, har Charles Dickens staðsetti mongu søgur sínar; eisini helst ta kendastu um Oliver Twist.

Myles-Skelly var bert 8 ára gamal, tá ið hann byrjaði at spæla við Arsenal eftir, at hann hevði verið til ymiskar upptøkuroyndir á fótbóltsskúlanum hjá felagnum, har táverandi venjarin, Liam Brady, skjótt gjørdist ótrúliga væl nøgdur við førleikarnar hjá lágvaksna manninum. Hann spældi nógv av ungdómsfótbóltinum saman við Ethan Nwaneri, sum er 1 ár yngri, og privat eru teir báðir eisini vinir.

Júst sum Nwaneri varð Myles-Skelly fluttur upp í fyrstaliðshópin, tá hann var 16 ára gamal, og tá vandi hann meira ella minni javnan við stjørnunum, áðrenn hann sjálvur fekk sín byrjanardyst. Hann hevur spælt rættiliga nógvar dystir hetta kappingarárið, men hevur eisini fingið nøkur reyð kort, sum avgjørt er nakað, hann skal vera tilvitaður um. Hann er rættiliga snarsintur og kann av og á spæla rættiliga hart, men tað er als ikki neyðugt, tí bóltførleiki hansara, ferðin og yvirblikkið eru longu á einum so góðum støði, at hann skal líta á sínar fótbóltsførleikar í nógv størri mun.

Tað verður í øllum førum spennandi at fylgja illsinta bakkinum, um hann í framtíðini ikki verður fluttur fram á miðvøllin. Eitt pláss, sum honum í roynd og veru dámar betri at spæla.