Kappingin um miðverjuplássini á europameistaraliðnum er hørð, tí har eru leikarar sum eitt nú Pau Torres, Aymeric Laporte, Robin Le Normand, Dani Vivian, Aitor Paredes og ungi Raúl Asencio hjá Real Madrid, sum júst er komin við í nýggjasta landsliðshópin. Kortini fekk Dean Huijsen byrjanardystin á spanska landsliðnum ímóti sínum heimlandi, Hollandi, tá ið hann kom á vøllin fyri Pau Cubarsi í 41. minutti. Dysturin endaði 2-2.
Hann er føddur í Amsterdam (Hollandi), uppvaksin í Marbella (Spania), spældi ungdómsfótbólt í Torino (Italia) og spælir nú sum 19 ára gamal við Bournemouth (í Onglandi)! Hann eitur Dean Huijsen og er eitt av heitastu, ungu nøvnunum í Europa. Hann fekk í 2024 spanskan ríkisborgaraskap.
Hann spældi annars U17 og U19 landsliðsfótbólt fyri Holland, men hevur í seinastuni verið kring spanska U21 landsliðið og hevur nú spælt fyrsta A-landsdystin fyri Spania, sum er verandi europameistari.
Dean Huijsen, sum er føddur tann 14. apríl 2005, er 197 cm høgur, rættiliga skjótur, ikki óvæntað sera sterkur í høvuðsspælinum, hevur øgiliga gott yvirblikk, greiðar leiðaradygdir og klárar seg væl í spælinum niðri á vøllinum.
Hann var bert 5 ára gamal, tá hann saman við foreldrunum flutti úr Amsterdam til Marbella í Andalucia, har hann eftir nøkur feløg umvegis Malaga, varð heintaður til U 17 liðið hjá Juventus. Umleið somu tíð, var hann við Hollandi til U17 EM, har Holland gjørdist nr. 2 eftir, at teir taptu finaluna fyri Fraklandi, og í Juventus árið eftir flutti hann upp í fyrstaliðshópin saman við Kenan Yildiz. Tað gjørdist til ein dyst fyri besta liðið, áðrenn hann varð útleigaður til AS Roma, og sera óvæntað varð hann síðani keyptur á sumri 2024 av AFC Bournemouth fyri 15 milliónir evrur. Ein upphædd, sum alt eftir ymiskum viðurskiftum, kann hækka til góðar 18 milliónir evrur.
Hann vísti seg beinanvegin at vera eitt ránsmanskeyp í mun til ørandi upphæddina, tí nógv størri feløg flykkjast nú kring unga miðverjan, harímillum bæði Real Madrid, Chelsea og Liverpool. Serliga spanska stórfelagið hevur havt gott eyga á honum í fleiri ár, og teir vóru nær við fara avstað við honum, tá ið hann samráddist við Bournemouth. Kanska áttu teir at gjørt tað, tí prísurin er nú minst dupultur, tí hetta kappingarárið hevur hann verið sterkasti miðverjin í Premier League, á einum óvæntað væl spælandi Bournemouth liði. Hann hevur hinvegin sáttmála við enska felagið fram til summarið 2030.