Í gjár hitti Trygvi Absalonsen frá FM1, landsliðsleikaran, Gunnar Vatnhamar, undan dystinum, sum landsliðið í fótbólti spælir í kvøld klokkan 19.45 niðri í Kekkia.
Landsliðsleikarin Gunnar Vatnhamar sigur, at hann einki merkir til trupulleikan, sum hann hevði herfyri, og hann er klárur at spæla.
Gunnar Vatnhamar, sigur at teir eru klárir til dystin. Hann ásannar tó, at uppgávan verður torfør, men at vónin altíð er at fáa stig. Hann sigur at leikararnir eru klárir at gera tað taktiska sum Eyðun og Atli kom við.
Gunnar heldur eisini tað er løgið, nú beiggin Sølvi Vatnhamar ikki er við í landliðshópinum.
Lurta eftir allar samrøðuni niðanfyri: