Kendi boksarin, George Foreman, sum tveir ferðir var heimsmeistari í tungvekt og vann OL-gull í 1968, andaðist í gjár 76 ára gamal.
Foreman var kendur fyri síni avrik í boksiringinum og sína stóru persónligheit. Hann vann tungvektsmeistaraheitið móti Joe Frazier í 1973, men misti tað aftur til Muhammad Ali í søguliga boksidystinum Rumble in the Jungle í 1974.
Hann endaði sín karrieru við imponerandi 76 sigrum og bara 5 tapum.
Eftir yrkisleiðina sum boksari, gjørdi Foreman gjørdi átrúnarligt arbeiði og gjørdist prestur.
Hann gjørdi eisini comeback sum 45 ára gamal og vann aftur tungvektsmeistaraheitið, sum tann elsti nakrantíð.