Árni Frederiksberg verður helst millum teir, sum byrja á vøllinum, tá ið landsliðið í fótbólti í kvøld klokkan 19.45 spælir móti Kekkia á útvølli í fyrsta dystinum í HM-undanbólki L.
Trygvi Absalonsen frá FM1 er staddur í Kekkia, og hann sigur frá dystinum á FM1 klokkan 19.45. Undansendingin byrjar klokkan 18.45.
Trygvi hevur fylgt nøkrum av undanvenjingunum til dystin, og hansara boð upp á teir, sum byrja á vøllinum er hetta:
Málverji:
Mattias Lamhaugue
Í verjuni:
Jann Benjaminsen, Andrias Edmundsson, Oddmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Viljormur Davidsen
Á miðvøllinum:
Árni Frederiksberg, Brandur Hendriksson Olsen, Hallur Hansson, Hanus Sørensen
Í álopinum:
Petur Knudsen
Dysturin er fyrsti dysturin hjá Eyðuni Klakstein sum landsliðsvenjara, síðan hann var settur í fast starv, og tí er sjálvandi spenningur um, hvussu liðið verður mannað, nú landsliðið fer undir eina nýggja byrjan.