Betrideildin menn
FC Suðuroy – EB/Streymur 0-2 (0-1)
Fyri fyrstu ferð í tíggju ár var fótbóltur í bestu mansdeildini spældur á Eiðinum í Vági, og spenningurin var sjálvandi stórur undan dystinum.
Fyrst minnust leikarar og áskoðarar, Hans Jacob Hjelm, við tøgn í ein minutt. Hans Jacob gjørdi sum so nógva aðra staðni í Vági eitt megnararbeiði fyri FC Suðuroy.
Dysturin sjálvur var javnur, og FC Suðuroy var fyrsta liðið at vinna sær yvirvág, og tí var tað kanska eitt sindur móti leikgongdini, tá ið EB/Streymur kom fram eftir hálvan tíma. Hunter Boaz Bell hjá FC Suðuroy var óheppin at beina bóltin í egið mál.
Restina av dystinum leikaði javnt á, og bæði liðini høvdu sínar møguleikar at skora. Tað eydnaðist kortini ikki FC Suðuroy skora, og teir hava framvegis til góða at skora fyrsta málið í bestu deildini í hesum umfari.
Í staðin var tað Virgar Jónsson hjá EB/Streymi, sum avgjørdi dystin tólv minuttir fyri tíð. Hann sendi eitt langskot móti málinum og umvegis ein leikara hjá FC Suðuroy endaði bólturin í málinum. So tað ber til at siga, at FC Suðuroy skoraði tvey sjálvmál í dystinum, hóast Virgar varð skrásettur fyri málið.
Dystartøl:
Betrideildin menn
FC Suðuroy – EB/Streymur 0-2 (0-1)
0-1, 30. min Hunter Boaz Bell (sjálvmál)
0-2, 78. min Virgar Jónsson
FC Suðuroy:
- Rasmus Olsen (má)
- Hunter Boaz Bell
- Jimmy Abdul
- Salmundur Bech
- Dánjal Godtfred
- Owusu Emmanuel Andorful
- Teit Hjelm
- Pætur Augustinussen
- Fríði Holm
- Jákup Tawfik Joensen
- John Villi Wøldike
Eykaleikarar fyri FC Suðuroy:
- Eliasu Aminu Champang (innskiftur fyri Teit Hjelm ’59)
- Olivur Renéson Thomsen (innskiftur fyri Fríði Holm ’59)
- Alexander Holm Kilgour (innskiftur fyri John Villi Wøldike ’85)
- Jónas Eyðbjørnsson Thomsen
- Ari Joensen
- Bjartmar Holm
- Frans á Løgmansbø
Venjarar fyri FC Suðuroy:
- Jóan Pauli Augustinussen
- Pól Thorsteinsson
EB/Streymur:
- Jóannes Eyðfinnson Davidsen (má)
- Mórits Heini Mortensen
- Meinhard Debes Geyti
- Búi Egilsson
- Virgar Jónsson
- Mikkjal Hellisá
- Óli Eyðsteinsson Poulsen
- Boubacar Sidik Dabo
- Andras Olsen
- Jens Erik L. Bruhn
- Tóki H. Johannesen
Eykaleikarar fyri EB/Streymur:
- Kristian Svabo Eliasen (innskiftur fyri Tóki H. Johannesen ’74)
- Thomas Bjørn Svenningsson Miezan (innskiftur fyri Boubacar Sidik Dabo ’74)
- Gutti Dahl-Olsen (innskiftur fyri Búi Egilsson ’84)
- Jónas Eyðbjørnsson Thomsen
- Símun Kalsø
- Niels Pauli Danielsen
- Jákup Hummeland
- Ábraham Klein Joensen
Venjarar fyri EB/Streymur:
- Sigfríður Skaale Clementsen
- Jákup Mikkelsen