Skjótt er Harranum um, kann vera sagt um ungan mann, ið brádliga doyr og tað mátti ungi, gávuríki kinverski verjuleikarin, Guo Jiaxuan, ásanna bert fáar tímar undan 19 ára føðingardegnum. Tá hevði hann ligið í tungum óviti í 7 vikur.
Týska stórfelagið Bayern München skrivar soleiðis á heimasíðuni: “FC Bayern syrgir fyri, tí Guo Jiaxuan, sum fyrr var partur av Altjóða hópinum, er deyður bert 18 ára gamal í heimlandinum Kina. Hann mátti lúta fyri fylgjunum av einum sera álvarsligum heilaskaða eftir, at hann var úti fyri einari syrgiligari vanlukku undir einum venjingardysti í Spania 6. februar. Tankarnir hjá felagnum eru hjá familju og vinum hansara.
Miðverjin var partur av Altjóða hópinum hjá FC Bayern, sum gevur evnaríkum leikarum úr øllum heiminum høvi til at vísa seg fram á altjóða fótbóltspallinum. Jiaxuan umboðaði eisini U17 landsliðið hjá Kina í 2023.”
Tann 6. februar hevði fótbóltssambandið í Beijing skipað fyri einum venjingardysti millum U20 úrvalsliðið í Beijing og spanska liðið RC Alcobendas í Madrid, har Jiaxuan var so óheppin at fáa knæið hjá einum mótstøðuleikara í høvdið. Skjótt kundu tey staðfesta í sjúkrahúsinum í grannalagnum, at hann var heiladeyður, men fluttur til Tiantan sjúkrahúsið í Beijing, har hann sløknaði bert fáar tímar undan 19 ára føðingardegnum.
Guo Jiaxuan (f. 20. mars 2006 – d. 19. mars 2025) umboðaði fótbóltsskúlan hjá Beijing Guoan, sum luttekur í fremstu kinesisku deildini, har hann spældi við U19 liðnum í kinesisku Super League og var kosin besti leikari har, skriva fjølmiðlarnir.