Tennissamband Føroya hevur fingið limaskap í Tennis Europe. Limaskapurin er galdandi frá 1. janauar 2026.
Limalondini samtyktu umsóknina einmælt á ársaðalfundinum í Turkalandi, har føroyska tennisítróttin varð viðurkend sum partur av evropeiska felagsskapinum.
Formaðurin í Tennissambandinum, Ingi Heinesen Højsted, kallar hetta eitt týdningarmikið fet fyri føroyskan tennis:
– Limaskapurin gevur okkum møguleika at luttaka í altjóða kappingum, serliga fyri okkara ungu og evnaríku leikarar, sum nú kunnu menna sínar førleikar enn meira, sigurin Ingi Højsted
Tennis Europe umsitur EM-kappingar og ungdómskappingar, ið eru fyrsta stig á veg til yrkisleiðir innan tennis. Áhugin fyri tennis veksur í Føroyum, serliga í Gundadali, og Tennissambandið arbeiðir fyri at betra um umstøður, soleiðis at Føroyar kunnu gerast vertir fyri evropeiskum kappingum í framtíðini.
Mynd 1:
Ingi Heinesen Højsted, formaður í Tennissambandi Føroya, á palli á ársaðalfundinum hjá Tennis Europe 2025.
Mynd 2:
Jón Brekku, Barbara á Rógvi og Ingi Heinesen Højsted, nevndarlimir í Tennissambandi Føroya, saman við Henrik T. Pedersen, forseta í Tennis Europe, eftir at tað var kunngjørt, at Føroyar eru vorðnar partur av Tennis Europe.
